Julian Johnsson og liðfelagarnir í FC Svendborg høvdu um vikuskiftið vitjan av Holstebro, sum hevði tapt báðar sínar fyrstu dystirnar í kappingini. Hesaferð syrgdi hjálparvenjarin hjá Holstebrø, Anders Staldsgaard, tó fyri, at hansara lið vann. Hann skoraði ikki minni enn trý mál í dystinum, sum Holstebro vann 4-2.