Hjálparpakkin hevur tænt fyri seg

Tað er ikki brúk fyri lønarískoytisskipanini hjá ALS. Tað sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrið ætlar ikki at gera sum eitt nú danska stjórnin og leingja skipanina við lønarískoyti úr ALS skipanini.

30. juni fer lógin úr gildi, og landsstýrið ætlar ikki leingja skipanina – tí tað er ikki brúk fyri henni longur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Hoyrið samrøðuna, sum Árni Gregersen á  FM1 hevði við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum við at trýsa á pílin undir myndini.