Í dag er hjálparpakki, ið snýr seg um listafólk og fríyrkisfólk, samtyktur í Danmark. Fíggjarmálaráðharrin og eitt samt fólkating standa aftanfyri víðkaða pakkan, ið inniheldur endurgjald til listafólk við fríyrkisinntku (free-lance), men sum ikki eru mvg-skrásett ella hava cvr nummar.
Hetta skrivar artisten.dk í kvøld.
Lena Brostrøm, forkvinna í felagnum hjá listafólkum – artistunum, fegnast, og sigur, at nú arbeiða fólk hjá felagnum við at kanna, um nakað vantar, og við at nærlesa. Hon fegnast, nú hon kennir heildarmyndina í pakkanum, og hon fegnast um at allir politikarar standa aftanfyri, at hjálparpakkin hjá donsku stjórnini skal umfata øll, og hon sigur, at tað er slíkum samhaldsfesti, ið brúk er fyri.
Í Føroyum hava listafólk eftirlýst og sagt seg ivast í, um samtykti hjálparpakkin hjá løftinginum eisini er galdadi fyri tónleikarar og listafólk annars, sum missa inntøku, nú samfelagið hevur sett ferðina niður, og fólk ikki savnast til tiltøk.