Kommunuval verður týsdagin og helst eru tað fleiri, sum ikki hava gjørt sær greitt, hvar krossurin skal setast.
Nú hevur ein rørsla ið kallar seg Veðurlagslóg Nú, gjørt eina skipan, sum kann gera tað lættari hjá fólki at finna tað rætta valevni.
Veðurlagslóg Nú hevur spurt øll 548 valevnini til kommunuvalið, hvørjar ætlanir tey hava í sambandi við orku og umhvørvi í kommununi.
Svarini hjá valevnunum eru nú savnað á eini heimasíðu, har veljarar kunnu svara somu spurningum, sum valevnini hava fingið. Heimasíðan vísir síðan veljarunum, hvørji av valevnunum, teir hava mest í felag við. Men tað eru verri enn so øll valevnini, sum hava svara spurningunum, tí í roynd og veru eru tað bara 188 teimum, sum hava ómakað sær at svara, og tað eru ikki meiri enn ein triðingur av valevnunum. Men tey, sum ikki hava svarað, hava møguleikan at svara heilt fram til sjálvan valdagin.
Veðurlagslóg Nú sigur, at endamálið er at vísa á hvørjir møguleikar og hvørjar skyldur kommunur hava at verja náttúruna.
Soleiðis kunnu kommunurnar bæði minka um útlátið av veðurlagsgassi og økja um trivnað og okkara sjálvbjargni á orkuøkinum
Veðurlagslóg Nú er ein nýggj rørsla, sum er politisk óheft. Endamálið er at virka fyri, at vit fáa eina bindandi veðurlagslóg. Og tey halda, at hetta er ikki bara ein landspolitiskur spurningur, tí tey halda, at hetta er eisini sera viðkomandi fyri kommunurnar at arbeiða við.
Tað ber til at trýsta HER og at svara spurningunum fyri at finna tað valevnið, sum røkir tíni áhugamál best á orku- og umhvørvisøkinum.