Hjálp til børn við sjúkum foreldrum

Føroya felag móti krabbameini fer til heystar at stovna sjálvhjálpsbólkar fyri børn og ung, sum hava foreldur, ið eru rakt av krabbameini

Kathrina Lindenskov Joensen, ið er sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, fer at taka sær av nýstovnaðu sjálvhjálparbólkunum, hjá Føroya Felag móti Krabbameini.
- Hesir bólkarnir vera fyri børn og ung, sum hava sjúk foreldur, tí børnini hava tørv á at savnast, meðan foreldrini eru sjúk. Har kunnu tey tosa um felags trupulleikar við onnur, sum eru í somu støðu, tí børn og ung gerast ofta sera einsamøll, tá foreldur eru sjúk, sigur Kathrina Lindenskov Joensen.
- Krabbameinsfelagið hevur í longri tíð ætlað at gjørt eitt tilboð til børn, sum hava sjúk foreldur. Vit fáa fleiri fyrispurningar frá foreldrum og avvarðandi, um  tilboð til børn, greiðir Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur og skrivari í Krabbameinsfelagnum.
- Foreldrini síggja at børnini hava brúk fyri hjálp, tí tey síggja, hvussu ringt tað er at tosa við børnini, tá tey hava fingið staðfest eina álvarliga sjúku, sigur Jansy Gaardlykke.
 
Nógvar tankar og kenslur
- Tað kann vera ringt hjá foreldrunum, at skula siga børnum frá sjúkuni. Ofta fáa børnini fakta at vita  um sjúkuna og viðgerðina, meðan tað ikki verður fokuserað so nógv uppá, hvussu børnini hava tað, sigur Kathrina Lindenskov Joensen, sum hevur royndir við líknandi arbeiði úr Danmark.
- Foreldrini eru glað, um børnini klára skúlan og vanliga frítíðarvirksemið. Børnini ganga og hugsa um tað man fara at ganga. Tey hyggja eftir, hvussu mamman ella pápin hevur tað. Tey hava nógvar tankar og kenslur, sum tey ikki fáa sett orð á. Samstundis ansa tey eftir, hvat tey siga heima, tí tey ikki vita, hvat tey kunnu spyrja um og royna at spara foreldrini.
 
Fokus á børnini
Í bólkunum skal fokus vera á børnini. Tey skulu kunna tosa um, hvussu tey sjálvi hava tað, nú mamman ella pápin eru sjúk.
- Vit skulu ikki tosa um mammuna, tað kann gott vera, at tað er natúrligt við hvørt, men tað skal snúgva  seg  um, hvat børnini og tey ungu halda vera trupult. Hvørjar tankar tey gera sær í samband við, at foreldrini eru sjúk, og hvat tey hava brúk fyri, sigur Kathrina Lindenskov Joensen.
- Tað kann gott vera, at tey fara at tosa um vinir, tí tað er sera týdningarmikið í lívinum hjá børnunum, hvussu teirra samband við vinirnar er. Tey kunnu til dømis tosa um, hvussu vinirnir taka tað, at mamman ella pápin eru vorðin sjúk, hvat tey kunnu tosa við vinirnar um, og hvussu tey kenna seg saman við vinunum, greiðir Kathrina Lindenskov Joensen frá.
Hon heldur tað vera gott fyri børnini at koma saman við øðrum børnum og ungum, sum eru í somu støðu, sum tey sjálvi eru.
Og Jansy greiðir frá, at tey síggja tað eisini í øðrum bólkum,  í felagnum, at tað hevur so ótrúliga nógv at siga fyri sjúklingarnar, at sleppa at tosa við onkran, sum hevur verið ígjøgnum tað sama.
- Tá man kemur saman við øðrum, ið eru í somu støðu, leggur man merki til, at man slett ikki er øðrvísi, sigur Jansy Gaardlykke.
 
Stórur tørvur
Jansy Gaardlykke heldur stóran tørv vera á einum tílíkum bólki, og hon sigur, at, fyri nøkrum árum síðani kom eitt tilboð til børn, sum hava mist.
- Tað er gott við einum tílíkum tilboði, men samstundis dekkar tað ikki allan tørvin hjá børnum. Tí tað vísir seg, at tey børnini, sum hava mist, hava haft brúk fyri hjálp longu áðrenn tey hava mist. Tí foreldrini hava verið sjúk í langa tíð, sorgin hjá teimum byrjaði, longu tá foreldrini gjørdust sjúk. Tí vilja vit seta inn beinanvegin og hjálpa teimum áðrenn tey missa.