Hjálp mær at hjálpa mínum fólki

Stella Zachariassen
Argir
???????
Tá eg havi hoyrt tíðindi, ring tíðindi úr øðrum londum so havi eg hugsað "keðiligt" ella "synd í teimum", men eg havi hildið á at liva mítt vanliga lív. Men nú Tsunamiin hevur verið í Indiska havinum hevur hetta fullkomiliga vent mínum lívið. Nú er neyðin komin yvir mítt egna land og fólk. Mítt hjarta er farið í 1000 bitar og henda síðsta vikan hevur verið ræðulig fyri meg.
Vit ynskja øll at hjálpa, men tá fjarstøðan er so stór, so er lætt at siga at vit kunnu ikki gera meira, men vit eru fólk, sum kunnu gera nógv meira enn hvat vit kunnu hugsa okkum, og tað er tí at eg havi valt at reisa meg úr sorgini og gera tað eg kann fyri mítt fólk. Eg havi samkenslu við øllum teimum, sum hava mist í hinum londunum. Eg føli bara eina so stóra byrðu fyri mínum fólki, og serliga tá eg hoyrdi at hjálpin ikki kom fram til tey, tað er tamilarnar har norðuri á Sri Lanka. Eg bleiv so kedd serliga í hesum tíðum, at mannamunur er gjørdur, nú tá øll eiga at standa saman at hjálpa.
Viðhvørt er tað sum at eg føli pínuna hjá børnunum, sum hava mist foreldrini, familjuna og/ella heimi. Eg fái ikki tankarnar, sum fylla mítt sinn, burtur. Hvat fer at henda við børnunum. Hvussu kunnu tey blíva frí frá hesum psykologiska óhappi?. Eitt veit eg og tað er at bert Gud kann grøða teirra sinn, men vit kunnu øll verða við at hjálpa so teirra lív gerst eitt sindur betur.
Eg havi fingið sera nógvar fyrispurningar um eg ikki samli pengar inn etc. So nú havi eg so lati upp eina konto har møguleiki er hjá tykkum at lata pengar til. Eg veit at Reyði Krossur og aðrir hjálparfelagsskapir samla nógvar pengar inn og tað er heilt fantastiskt sum føroyingar hjálpa, men av tí at summi gjarna vilja hjálpa til meira specifikt, so er ætlanin hjá mær at fara til Sri Lanka innan heilt stutta tíð at byrja hjálpararbeiði, og tað er tað hesin peningurin skal nýtast til. Ætlanin er at hjálpa foreldraleysum børnum í tí norðara partinum av Sri Lanka. Tí heiti eg á tykkum føroyingar um at vísa tykkara gávumildni og hjálpa til at geva eina framtíð til hesi børn. Peningurin sum kemur inn fer óskerdur til hetta endamál.
Helvtin av teimum deyðu á Sri Lanka eru børn og tað sárar mítt hjarta at hoyra teirra søgur um at tað einu løtuna vóru tey sera glað, men bráddliga kemur hetta á tey og oyðileggur lív teirra. Fólki har hevur brúk fyri hjálp nú og tað er tí eg fari nú um stutta tíð, men ætlanin er eisini at gera ein túr seinni í summar har eg ætli mær at samla eitt team av frívilligum at fara at hjálpa til við ymiskum, tí tað er ikki bert nú tey hava brúk fyri hjálp, men um nakrar mánaðir, tá alt er gloymt, ja so hava tey so sanniliga eisini brúk fyri hjálp, tí hetta fer at taka fleiri ár at byggja upp aftur.
Eg eri vís í at tit sum signað onnur verða signaði sjálvi. Jesus segði at tað sum tit gera ímóti tí minsta gera tit ímóti mær, so "please" hjálpi mær at hjálpa teimum.
Tá flóaldan hevði verið og gjørt um seg, ja so kom regnið og skolaði tað sum var eftir burtur. Tann stóri trupulleikin sum er nú er at kvinnur og børn verða sexuelt misnýtt á flóttafólkalegunum. Tað er nú vit mugu handla og biðja um at øll sum hava mist mugu fáa eina vón og síggja eitt ljós í framtíðini. Fiskurin í havinum rundanum Sri Lanka er horvin, so at teir fiskimenn, sum eru eftir á lívið hava nú einki at liva fyri.
Um nakar av tykkum hevur hug at koma við mær til Sri Lanka at hjálpa, so kunnu tit seta tykkum í samband við meg á tlf. nr. 319556.
Kontonr., har tit kunnu flyta pening á, og sum óskerdur fer til hjálpararbeiði á norður Sri Lanka er: 6460-162.286.4
Við tøkk fyri stuðul og hjálp.