Seinnapartin í dag varð ein maður koyrdur á Landssjúkrahúsið eftir eitt arbeiðsóhapp í Fuglafirði.
Teir arbeiddu umborð á Fagraberg, sum lá við bryggju. Ein endi, sum var bundin íland, slitnaði, tí skipið livdi so nógv.
Ein maður, sum arbeiddi á troldekkinum, fekk endan í høvdið.
Men lukkutíð var hann í hjálmi og stoyturin var so harður, at hjálmurin fekk skaða.
Løgreglan ivast ikki í, at hjálmurin hevur bjargað manninum.
Hann var ikki væl fyri beint eftir stoytin og tískil varð hann koyrdur á Landssjúkrahúsið av trygdarávum, men hann batnaði og hann hevur tað gott eftir umstøðunum,









