Hjólið loysnaði ímeðan hann koyrdi

Um um talan er um herverk ella um gáloysni, er enn óvist

Seinnapartin í gjár ringdi ein bilførari í Havn til løgregluni og boðaði frá, at eitt hjól varð loysnað undan bilinum, ímeðan hann koyrdi

 

Hann greiddi løgregluni frá, at ímeðan kann koyrdi, varnaðist hann, at okkurt var áfatt, tí tað fór brádliga at larma so illa. Táið hann steðgaði og kannaði málið, varnaðist hann á tí eina hjólinum var ein boltur dottin úr, og hinir vóru leysir.

 

Men tað er ikki greitt um talan er um herverk, ella um hjólið bara ikki hevur verið spent nóg væl.

 

 

Les eisini: Loysa boltar á hjólum í Vági

 

 

Annars fór sjálvirkandi eldávaringin í eini ítróttarhøll at boða frá eldi í gjár. Men tá ið málið varð kannað, vísti tað seg, at tað var ein bóltur, sum var komin í følaran til ávaringarskipanina, so at hann fór frá. Nú verða so skermar settir rundan um følararnar.