Í morgun sigur ísraelski herurin (IDF), at fleiri enn 60 rakettir eru skotnar móti einari hernaðarligari ísraelskari yvirvakingarstøð har norðuri í Ísrael.
Ongar fráboðanir eru um skaðar, og Ísrael sigur, at tað eydnaðist teimum at byrgja upp fyri rakettunum, sum helst eru skotnar niður, áðrenn tær raktu sínum málum.
Ísraelskir miðlar vita at siga, at loftávaring hevur verið í norðara parti av landinum í morgun. Hizbollah, sum hevur støðir í Libanon, hevur tikið ábyrgdina av álopinum.
Hizbollah sigur eisini, at rakettirnar eru svar upp á ísraelska dronuálopið í Beirut fyrr í vikuni, har næstovastin í Hamas, Saleh al-Arouri, læt lív.
Iran er dyggur stuðul hjá Hizbollah, og hernaðarligi felagsskapurin hevur framt fleiri álop har norðuri í Ísrael, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober.











