Hitt Twisted Sister í næstu viku

Onkur heppin lurtarin hjá Rás2 sleppur í komandi viku at hitta Twisted Sister.

Í dag er møguligt hjá onkrum hepnum lurtara hjá Rás2 at vinna sær atgongd til backstage økið á SummarFestivalinum og hitta Twisted Sister. 

 

Í komandi viku verður Twisted Sister í Føroyum, og teir hava játtað at lova einum føroyingi at heilsa uppá teir í samband við vitjanina. 

 

Tað er á Rás2 í dag millum 13.00 og 15.00, at kappingin verður hildin. Tú kanst luttaka við at senda smsboð inn til 559999, og greiða frá hví júst tú skal sleppa at hitta Twisted Sister.