‘Hitt kynið’

Ein endurskoða søga um menn

Firouz Gaini, PhD og lektari í antropologi, skrivar

****



Javnstøða

Tíðin er komin at draga menninar upp í kjakið um javnstøðu og kynssamleikar her heima. Hetta er neyðugt fyri at basa teimum mongu rættiliga einstáttaðu og veruleikafjaru fatanunum av ‘manslyndi’, sum eru í umfari. Føroyar eru efturbátur á økinum, tí flestøll grannalond, vit samanbera okkum við, hava í eftirhondini nógv ár granska í monnum og manslyndi úr sálarfrøðiligum, sosiologiskum og antropologiskum sjónarhornum. Eg skal í hesi grein royna at grundgeva fyri tørvinum á líknandi granskingartiltøkum í Føroyum. Tað snýr seg stutt sagt um at endurskoða stirðnaðar allýsingar av mununum millum mann og kvinnu við støði í nýggjari ‘partleysari’ vitan. Og tað inniber millum annað, at vit av nýggjum mugu spyrja okkum, hvør, sum umboðar hitt ‘veika’ kynið? Svarið er, eyðsæð, meira samansett enn tað, vit vanliga hugsa.


Hvar eru menninir?

Trupulleikin er sjálvandi ikki, at kvinnur, í eini heildarmynd, hava fingið sterkari støðu í samfelagnum, tí tað er at rokna sum eitt heilsutekin í modernaðu samtíð okkara. Hinvegin noyðast vit helst at ásanna, at tá almenna føroyska kjakið um kyn og javnrættindi síðan sjeytiárini fyrst og fremst hevur snúð seg um kvinnur og kvinnulív, so hevur – tilvitað ella ótilvitað – blinda eygað ofta verið vent ‘hinum’; tessvegna hava vit snøgt sagt ikki givið okkum far um djúpu broytingarnar í mentanarligu samleikunum og lívsstílunum hjá ungum monnum. Og hóast tað minnir um andsøgn, so hava menninir í ávísan mun sjálvir sett seg út á síðulinjuna. Teir verja ikki sína støðu. Ella, í eini meira ‘hernaðarligari’ vending, teir taka ikki stríðið upp við framfýsnu kvinnurnar.


Rættir menn

Altjóða gransking, millum annað úr Norðurlondum, vísir at menn, ella rættari sagt, ávísir bólkar av ungum monnum, hava ilt við at fóta sær í sokallaða ‘seinmodernaða’ samfelagnum. Teir verða vanliga lýstir sum sterkir og treystir, men fjala ein heilt øðrvisi veruleika undir skræðuni. Og eftirsum at hesir dreingir sjáldan ómaka sær at seta orð á kenslulív og at søkja stuðul uttanum nærmstu familjuna, so umboða teir ein rættiliga ósjónligan bólk í samfelagnum. Teir royna, sum ofta verður tikið til, at ‘taka tingini sum ein maður’. Teir skulu, sum væntað verður av ‘røskum’ monnum, útstrála sterkt sjálvsálit og sálarró. Tikið verður haraftrat fyri givið, at ‘rættir’ menn tola og góðkenna hvassar atfinningar, sum revsa samleika og mandslyndi teirra. Trupulleikin er tó tann, at nútíðar samfelagið í grundini setir heilt onnur sosial krøv til ungar kvinnur og menn. Tað er í ringasta føri beinleiðis sjálvsoyðandi at ‘taka tingini sum ein maður’, tí tað kann forða ærukæra einstaklinginum í at verja seg sjálvan í einum samskiftisumhvørvi, sum alt ikki tekur støði í mentan og siðvenju úr farnum øldum.


Vantrivnaður

Við hesum er ikki sagt, at menn miðvíst verða kúgaðir, men at ein bólkur av monnum er í vanda fyri at detta burtur ímillum, tá ‘maskulinu’ virðini og stílarnir, hann umboðar, missa viðurkenning millum javnaldrar og í samfelagnum sum heild. Flestu ungu menninir, eins og kvinnurnar, megna smidliga at umstilla seg til nýggju samfelagsligu krøvini, men ‘tapararnir’ eru ofta menn, sum ikki ynskja ella megna stóra lopið inn í ‘seinmodernitetin’. Tíðin rennir undan teimum. Innan útbúgvingarverkið kemur skiftið týðiliga til sjóndar. Dreingir, sum ikki fella til umboða eina vaksandi avbjóðing fyri skúlaskipanina. Ymiskar frágreiðingar varpa ljós á trupulleikan, men ongin ivi er um, at ein høvuðsorsøk til vantrivnaðin er knýtt at samleikanum hjá børnum og ungum. Dreingir, verður sagt í atfinnandi kanningum, sleppa ikki at vera dreingir longur. Ein annar vansi er eyðvitað, at somu dreingir hava lyndi til at undirmeta virðið í skúla og útbúgving, ið gerst alsamt meira týðandi sum tilfeingi fyri framtíðar starvsleið hins einstaka. Í ringasta føri vilja glataðu dreingirnir síggja skúlan sum eina hóttan ímóti maskulinitetin, teir streingja á.


Støðan í dag

Tað eru fleiri viðurskifti, sum eyðkenna kynssamleikarnar í Føroyum í dag. Ein føroysk samfelagsgransking av monnum og manslyndi eigur m.a. at byggja á hesar tesurnar um "hitt kynið". [1] Menn eru ymiskir og hoyra til ymsar mentanarligar og sosialar bólkar. Tað eru teir fægstu, sum kenna seg aftur í einstáttaðu lýsingunum av monnum, sum loftmiðlarnir vanliga skapa. Maskulinitetur er haraftrat í støðari broyting. [2] Ungir menn hava ofta trupult við at fóta sær aftur um teir í skúla, í arbeiði ella heima hava mist tignarstøðu og umdømi. Teir ynskja ikki at avdúka veikleikar, sum onnur kunnu tulka sum ‘ómanslig’ sermerki. Hetta kann skjótt skapa eina neiliga gongd, sum einans fær trupulleikarnar at vaksa. [3] Nógvi dreingir, kanska serliga ungir menn úr siðbundnum familjum í útjaðaraøkjum, kenna seg fremmandar í modernaðu skúlaskipanini, ið krevur førleikar og abstrakta vitan av heilt øðrum slag enn tað, teir kenna heimanífrá. Hjá hesum dreingjum gerst óviljin ímóti skúlagongd ofta stórur. Harvið er eisini vandi fyri at teir tíðliga uppgeva allar vónir um at nema sær høga formliga útbúgving. [4] Menn tosa sjáldan opið um maskulinitet og kynssamleika. Nógvir eru í grundini rættiliga smædnir tá tað ræður um at lýsa seg sjálvan sum persón. Hinvegin er ikki óvanligt at hoyra menn gera gjøldur burtur úr sær sjálvum, til dømis við at lýsa menn sum eina ráa primitiva ætt. Hetta kann vera ein ábending um at teir ikki vita hvussu teir skulu fáa uppmerksemi og stuðul í almennum kjaki um kyn og modernaðar amleikar.


Samanumtikið

Rákið uttan úr heimi, har javnstøða eisini snýr seg um menn, er framvegis uttan fyri sjónarringin. Og meðan vit bíða, so vaksa trupulleikarnir hjá teimum veiku dreingjum í skúlanum, á arbeiðsmarknaðinum og í familjulívinum. Tíðin er búgvin at fáa eina vend í rákinum og av nýggjum kanna, hvussu samfelagið er sett saman, viðvíkjandi kyni, mentan og vald í Føroyum.