Saman við Rithøvundafelagnum skipar Sirkus sum kunnugt fyri miðvikudagslestrum í hølum sínum í Vágsbotni. Lestrarnir eru annaðhvørt miðvikukvøld og fara at halda fram hetta til várs aftur
Tveir miðvikudagslestrar hava longu verið, tann triði verður á skránni komandi miðvikukvøld klokkan 20, og hann verður ikki lakari enn hinir.
- Hesaferð fer Hitt føroyska skjaldraveldi at koppseta áhoyrararnar móti snævurskygni og øðrum sjúkleika í samfelagnum við skemti, skjaldrum og alskyns fananskapi, siga Sirkus og Føroya Rithøvundafelag, sum skipa fyri.
- Fyri teimum, ið ikki vita tað, kann upplýsast, at Hitt føroyska skjaldraveldi er eitt ikki ópolitiskt átak. Umframt, sum sagt, at koppseta móti snævurskygni, fæst Hitt føroyska skjaldraveldi eisini við malsjønska ráðgeving og vil ósmæðið fremja ta útlufting í heimastýrinum, sum fjølmiðlar, fólkavald og aðrar ópolitiskar kuldakrákur ikki troysta sær. Yrka- sum halgidagar hevur Hitt føroyska skjaldraveldi viðtalutíð á Fjasbókini frá kl. 00 til 24, siga tey.
- Gevið gætur at miðvikudagslestrarnir í Sirkus eru ókeypis og harvið bæði gagnligari og bíligari enn tann útlendska fimmoyraspekin um líkt og ólíkt, sum onnur royna at lokka tykkum við. So møtið fjølment. Heima sitið, drepur vitið, siga Sirkus og Føroya Rithøvundafelag.