Hitt eldsálirnar í grannaløgum okkara

Tórshavnar kommuna hevur í seinastuni hitt eldsálir úr ymisku grannaløgunum í kommununi og filmað virksemi teirra.

Endamálið er at geva øðrum borgarum og grannaløgum íblástur og at heiðra teimum, ið eru við til at menna og styrkja bæði grannalag, bygd og bý.

 

Felags fyri eldsálirnar er, at tær eru eldhugaðir persónar, eigarafeløg ella grannaløg, sum av sínum eintingum eru við til at betra um grannalagið og trivnaðin í nærumhvørvinum. Tað kann til dømis vera at fríðka um umhvørvið, byggja ella viðlíkahalda spælipláss, lúka, gróðurseta og velta ella at savna grannalagið til ymiskt, sum er við til at styrkja felagsskapin í nærumhvørvinum.

 

##med2##

 

Eingin ivi er um, at Tórshavnar kommuna er heppin at eiga so nógvar ymiskar eldsálir úti í grannaløgunum. Veitst tú um nakran borgara ella grannalag, sum hava givið eitt ávíst íkast til kommununa, frætta vit fegin frá tær. Send okkum eini boð til torshavn(at)torshavn.fo og viðmerk »Eldsálin í grannalagnum«.

 

##med3##

 

Hygg við niðanfyri, har vit hitta tvær eldsálir til eitt prát um, hvussu virksemi, hugflog og trivnaður ofta ganga hond í hond. Fleiri filmar verða lagdir afturat komandi tíðina. Fylg við á temasíðu okkara, sum tú finnur her:

 

Hitt eldsálirnar í grannaløgum okkara