Hitin kann koma upp í 20 stig

Í dag verður tjúkt í veðrinum, í morgin kann hitin koma upp í 20 stig

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður tjúkt í veðrinum í dag, men í morgin verða sólglottar, og hitin kann í støðum koma upp í 20 stig.

Í dag verður 5-10 m/s av landsynningi, skýggjað veður, í støðum mjørki. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig.

Fríggjadagin verður 8-13 m/s av suðri og landsynningi. Um náttina fer vindurin í útsynning og minkar nakað. Skýggjað og regn, men út á dagin klárari í veðrinum og sólglottar. Hitin millum 10 og 15 stig, men DMI leggur afturat, at onkrastaðni kann hitin koma upp í 20 stig.