Amerikanska vesturstrondin hevur nógvan hita í løtuni, og USA kann seta nýtt heimsmet við hægsta hita, ið nakrantíð er máldur á jørðini.
Tað skrivar TV2.
Fleiri býir har vesturi í USA hava sett egið hitamet um vikuskiftið – eitt nú Las Vegas og Sacramento – og myndugleikarnir ávara nú fólk um møguligar avleiðingar av nógva hitanum. Meira enn 500 fólk doyðu, tá ið Kanada herfyri var rakt av ógvisligari hitabylgju.
Um vikuskiftið kunngjørdi amerikanski stovnurin National Oceanic and Atmospheric Administration (NOAA), at juni mánaði var heitasti juni mánaði í USA tey 127 árini, sum tøl finnast frá.
Í sonevnda Death Valley í Kalifornia er hitin komin í i nánd av heimsmetinum, sum er 56,7 hitastig. Um vikuskiftið vórðu máld 54,4 hitastig í Death Valley, og metið kann verða tikið ein av døgunum.
Í Kalifornia hava tey skrásett 4.599 skógareldar í ár, og tað eru fleiri hundrað fleiri enn somu tíði í fjør
– Hitin í okkara stati er komin á eitt vanlukkuligt støði. Hann er ein verulig hóttan móti fólki, serliga teimum sum arbeiða uttandura, sigur Jay Inslee, guvernørur í Washington sambært TV2.
The Guardian endurgevur netverkið World Weather Attributuin fyri at siga, at uttan menniskjaskaptar verðurlagsbroytingar hevði ekstrema veðrið í Norðuramerika verið mest sum ógjørligt.











