Veðurstovan í Moskva skrásetti í dag tann mesta hitan, sum nakrantíð er mátaður í russiska høvuðsstaðnum. Hitamátararnir inni í býnum komu upp á 37,7 stig, og beint uttan fyri býin kom hitin upp í 38,7 stig.
Tað hevur verið sera heitt í Moskva og har á leiðini tann seinasta mánaðin. Veðurmenninir siga, at tann skitna luftin í býnum ger hitabylgjuna uppaftur verri.
Ein russiskur serfrøðingur í lungnasjúkum sigur, at luftin í Moskva er so skitin, tey, sum fara út at spáka í býnum í hesum døgum, fáa so nógva óhumsku niður í seg, at tað svarar til, at tey roykja tveir pakkar av sigarettum eftir nøkrum fáum tímum.
Tað eru ikki bara russar, sum læra seg um tann nógva hitan. Hitabylgjan toyggir seg vestur til Finnlands, og har eru hitamátararnir komnir upp í 37 stig í dag, sum er met har.










