Hitabroytingar í havinum er ikki størsti trupulleikin hjá toski. Toskur ávirkast nevniliga minni av hita, enn áður hildið. Tað siga granskarar. Fiskiskapur, rovdýr og føði hava størri týdning fyri tosk enn hiti. Og tó kunnu veðurlagsbroytingar kortini gera fiskinum mein, tí toskur gýtir í sjóvarhita, sum liggur millum 1 og 8 stig.
Ført hevur verið fram, at høgur sjóvarhiti drepur tosk í Skagerak. Men nú vísir gransking hjá DTU Aqua tað øvuta, nevniliga at toskur er rættiliga tolerantur við hita.
Í eini verkætlan, sum DTU Aqua hevur verið við í, fingu 2000 toskar úr átta ymiskum stovnum ein nútímans hitamátara festan á seg. Í eitt ár máldi hitamátarin einaferð um tíman hitan í sjónum, har toskurin helt til. Granskarar gjørdust ovfarnir, tá tað vísti seg, at toskur livir í munandi heitari sjógvi enn áður hildið.
- Vit eru ovfarnir av, hvussu nógvum hita toskur kann liva í, og hvussu leingi hann er har, sigur Ken Haste Andersen, granskari hjá DTU Aqua.
Hann er ein av fýra granskarum, sum júst hava skrivað eina frágreiðing í tíðarritið, Marine Ecology Progress.
Toskur er ymiskur - alt eftir, hvar hann livir.
Nakrir fiskar hava svomið runt í næstan 20 hitastigum, meðan aðrir hava svomið í sjóvarhita, sum hevur ligið um frostmarkið.
Granskarar halda tó, at toskur, sum eitt nú livir í Norðsjónum í lutfalsliga heitum sjógvi, hevði doyð, um hann kom í sjógv, sum liggur um 1,5 stig.
Allur toskur søkir sjógv, sum liggur millum 1 og 8 stig, tá hann skal gýta.
- Gerast hesi øki ov fá ella smá, kann tað sjálvandi fáa ávirkan á stovnin, sigur Ken Haste Andersen, granskari hjá DTU Aqua.