Hita upp saman við Stanley

Sum eitt slag av upphiting til Summar Festivalin, fer Stanley Samuelsen saman við vinum at spæla í Miðlahúsinum hóskvøldið

Tónleikur

 

Ikki øll hava møguleikan at fara til Klaksvíkar í vikuskiftinum, og tí fáa tey, sum fegin vilja hoyra Stanley og vinmenn, møguleikan hóskvøldið kl. 20.

 

Stanley kemur beint av einum sera væleydnaðum túri í Svøríki, har hann hevur spælt tvær konsertir.

Nú gongur leiðin heim til Føroya, har hann skal spæla á Summar Festivalinum.

 

Talan verður ikki um nakra hábærsliga og formella framførslu, men meira um eina jam-løtu, har fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og njóta tónleikin.

 

Stanley fer at framføra tónleik av báðum undanfarnu fløgunum, men eisini kemur okkurt lánilag inn í millum. At hjálpa sær hevur hann Knud Henriksen á bass og Torkil Johannesen á trummum.