Komandi fríggjakvøld verður aftur konsert í Tórskjallaranum, og hesaferð verður tað REVERB og The Jumanji Experiment, ið standa fyri tónleikinum Hvørt fríggjakvøld skipar Jazzfelagið fyri livandi tónleiki í Tórskjallaranum. Aftur hetta vikuskiftið verður livandi tónleikur á skránni, og verður tað hippi gentubólkurin REVERB og funky blues bólkurin The Jumanji Experiment, ið standa fyri tónleikinum.
REVERB leggur út við at spæla akkustiskan og droymandi tónleik. Tær vunnu sær fjepparar á konsertini í tónleikakappingini FM08, har tær komu við í finaluna. Tær hava spælt nógvar konsertir síðan tá. Tær ið spæla við í bólkinum eita: Lisa, Jenný, Anna Maria og Stina.
The Jumanji Experiment fer síðani at spæla eitt bland av Funk, Blues og Jazz tónleiki. Bólkurin er mannaður við sera royndum tónleikarum. Allir hava spælt tónleik í fleiri ár, og nakrir av teimum spældu við í sangleikinum ´HAIR´. Teir ið spæla við eru: Búgvi, Jón, Sjúrður og Ísak.










