Hini hava ikki rørt seg

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag metir avgørt, at í ósemjuni millum felagið og Fíggjarmálastýrið, liggur bólturin hjá Fíggjarmálastýrinum

Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, er ivaleys í, at í ósemjuni millum felagið og Fíggjarmálastýrið, ið hevur ført til arbeiðssteðg, eigur Fíggjarmálastýrið næsta leikin.

Hetta grundgevir hon við, at undir samráðingunum millum partarnar hevur Føroya Lærarafelag slakað nógv, meðan mótparturin ikki hevur rørt seg.

Fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, er millum teirra, ið skulu niður til Danmarkar í morgin at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sostatt kann væntast, at neyvan hendir nakað í málinum millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag fyribils.


Tænastumenn í løgtingið

Elsa Birgitta Petersen sigur seg ikki vita nakað um, at Fíggjarmálastýrið hevur nakrar ætlanir um, at partarnir skulu koma saman aftur.

Í tíðidaskrivi vísir felagið á, at Tummas Magnussen frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum hevur sagt felagnum, at har gera tey einki við málið.

Tað sum kann henda er, at lærarar, ið eru tænastumenn, koma fyri løgtingið, tí teir arbeiða eftir eini lóg.

Elsa Birgitta Petersen vísir á, at tað er einaferð áður komið fyri, at tænastumannaløn er ásett við lóg. Tað hendi síðst í fimmtiárunum.

Elsa Birgitta Petersen vísir tó á, at sáttmálasettu lærararnir skulu hava løn eftir sáttmála.

Meðan arbeiðssteðgur er, er tað Føroya Lærarafelag, ið skal gjalda limum sínum løn. Júst hvussu hetta fer fram og hvør lønin er, vil felagið tó ikki upplýsa.


Opið hús

Í gjár hevði Føroya Lærarafelag opið hús fyri limum sínum. Elsa Birgitta Petersen sigur, at slík tiltøk hava til endamáls at fáa limirnar á tal og skapa sosialt netverk.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Karsten Hansen í gjár





Fakta

* Tann 6. mars 2000 fara Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið til samráðingar saman við semingsmonnum. Samráðst verður, til báðir partar á kvøldi tann 7. mars gera av, at teir taka ikki við semingsuppskotinum hjá semingsmonnunum.


* Lærarafelagið hevur undir samráðingunum hótt við at gera álvara av at nýta nýggja verkfallsrættin, sum sáttmálasettu lærararnir hava. Tann 8. mars er arbeiðssteðgur.


* Talan er ikki um verkfall, men arbeiðssteðg, tí hvørgin parturin tók við semingsuppskotinum. Sáttmálasettu lærararnir telja 1/3 av limum Føroya Lærarafelags. Umleið 240 í tali.


* Í dag, tann 15. mars, hava sáttmálasettu lærararnir verið við hús í eina viku. Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani 7. mars.



* Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, vil ikki lata Lærarafelagnum meira enn tey 6,5%, ið onnur feløg hava fingið


* Føroya Lærarafelag sigur seg ikki vilja hava meira í lønarhækkan, enn tey 6,5 %. Men felagið vil hava, at lærarar fáa stundir at gera eyka arbeiðið, sum nýggja fólkaskúlalógin leggur á teir. T.v.s. niðursett tal av undirvísingartímum, so tíð er til fyrireiking og ráðlegging hjá lærarum og hjá skúlaleiðslum til umsiting.



* Niðursett undirvísingartímatal merkir, at tørvur verður á fleiri lærarum - møguliga merkir hetta eini 50 nýggj lærarastørv.



Fylgið við á netinum

Hjá teimum, ið hava atgongd til alnetið, er gjørligt at fylgja við gongdini í málinum um arbeiðssteðgin hjá Føroya Lærarafelag og ósemjuna millum felagið og Fíggjarmálastýrið.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum hevur á heimasíðu síni kunnandi tilfar. Henda heimasíða eitur www.lnd.fo

Á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag kann ein trýsta á ein knøtt, ið kallast kunning. Tá koma tíðindi fram, t.d. tíðindaskriv frá felagnum og samhugabrøv, ið eru send felagnum, ið nú er í sínum fyrsta arbeiðssteðgi.

Heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag eitur www.lararafelag.fo