Tað er ikki lítið, sum verður gjørt burtur úr í Sandoynni, tá veðrar verða flettir kring um í bygdunum. Soleiðis er eisini í kvøld, nú menn hava flett veðrar í einum bilhúsi á Sandi.
Nógvir góðir, royndir og raskir flettarar tóku sær av flettingini á fýra borðum.
Menninir skipaðu seg líka sum lið, har fýra flettu í senn. Tá teir fýra fyrstu veðrarnir vóru flettir, fóru fýra aðrir mans undir teir næstu fýra.
Væl av fólki var inni á gólvinum í bilhúsinum, meðan flett varð, og spenningur var um vektina á hvørjum einstøkum veðri.
Størsti veðrurin, sum flettur varð á Sandi í kvøld, vigaði akkurát 100 pund. Hetta var ein veturgamal veðrur, undan stórari ær, sum hevur røtur á Syðradali.
Eftir at flettingin varð fingin frá hondini, krovini vóru komin upp at hanga, og bilhúsið var vaskað, bjóðaði húsmóðurin inn á gólvið til bæði stóran og góðan nátturða.
Fólk hugnaðu sær hesar tímarnar, meðan flett varð. Matur og drekka gagnaðust óføra væl, og hetta er eitt rættiligt veitslukvøld á Sandi.