Ein bilur hevur koyrt á eitt ókent tal av fólkum í Liverpool, meðan fjepparar hjá Liverpool FC hátíðarhildu meistaraheitið hjá fótbóltsfelagnum.
Tað boðaði ein talsmaður fyri løgregluna frá í kvøld, sambært fleiri bretskum miðlum.
Myndir vísa stór løgregluið og sjúkrabilar á staðnum.
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, segði á sosialu miðlunum, at "senurnar í Liverpool eru ógvusligar - mínir tankar fara út til øll tey, sum eru særd ella rakt."
Bretska løgreglan boðar frá, at ein "53 ára gamal hvítur bretskur maður úr Liverpool-økinum" er handtikin eftir hendingina. Løgreglan kannar framvegis umstøðurnar, sum førdu til samanstoytin.
Óvist er, um hetta var ein tilætlað gerð.
- Vit fáast við fráboðanir um ein samanstoyt í miðbýnum í Liverpool, sigur ein talsmaður fyri løgregluna sambært The Telegraph.
- Vit fingu samband beint eftir klokkan 18 í dag, mánadagin 26. mai, eftir fráboðanir um, at ein bilur hevði koyrt á fleiri gongufólk á Water Street.
- Bilurin steðgaði á staðnum og ein maður er handtikin. Neyðhjálpin er á staðnum. Vit fara at koma við fleiri dagføringum so hvørt.
Eygnavitnið Natasha Rinaldi sigur við Sky News, at hon hugdi eftir skrúðgonguni í Liverpool, har túsundtals fólk luttóku, inni úr húsinum hjá vinkonuni, tá tey hoyrdu "nøkur róp".
- Tað var so hart. Fólk ljóðaðu vónleys. Og so hugdu vit út gjøgnum vindeygað og vit sóu bilin koyra yvir nøkur fólk, sigur hon við Sky News.
Lokalu sjúkrabilstænasturnar hava sent út eina fráboðan, har sagt verður, at neyðhjálpartænastan er til staðar við hendingina.
- Okkara raðfesting er at tryggja, at fólk fáa ta læknahjálp, sum teimum tørvar, sigur ein talsmaður fyri sjúkraflutningstænastuna í Norðurvestur í eini fráboðan, sambært Liverpool Echo.
Bjargingartænastan skrivar, at tey framvegis "meta um støðuna".
Ein myndamaður frá tíðindastovuni Reuters sigur, at fleiri sjúkrabilar eru í økinum og at tjald er sett upp.
Keir Starmer, forsætisráðharri, verður kunnaður um hendingina, stendur í fráboðan.
Fótbóltsfelagið Liverpool FC skrivar á X, at tað er í støðugum sambandi við løgregluna.
- Okkara tankar og bønir fara út til tey, sum eru rakt av hesi álvarsomu hending, skrivar felagið.
/Ritzau/











