Ukrainski guvernørurin í Sumy, Oleh Hryhorov, sigur, at russiski herurin hevur tikið fýra bygdir í regiónini.
- Íbúgvarnir í bygdunum eru langt síðan fluttir burtur úr økinum, sigur hann.
Oleh Hryhorov skrivar á Facebook, at málið hjá russum við hesi hertøku helst er at skipa eina sonevnda stoytverju í Ukraina.
- Fíggindin heldur fram við sínum royndum at skipa ein verjuskansa um hesar leiðir, sigur guvernørurin í Sumy sambært Reuters.
Oleh Hryhorov endurtekur, at eingir ukrainar eru eftir í bygdunum, sum russar nú hava tikið.











