Fagnaðarorðini fáa ongan enda, tá tað ræður um umrøðu av Egberto Gismonti. Heimsins besti úr Brasil. Gismonti er vorðin eitt við sálina í stóra landinum. Tónleikarar vilja vera við, at Gismonti er besti núlivandiu tónleikarin í Brasil.
Soleiðis kann haldast fram og áhuga eiga at leita sær størri kunnleika, ið t.d. fæst í skrá og á heimasíðu fyri Listastevnuna fyri 2002.
Tónleikurin er brasilianskur og er í serflokki. Gismonti hevur í meira enn 30 ár spælt, givið út og ferðast kring heimin við øðrum kendum tónleikarum. Og umdømið tykist bert vaksa.
Á ferðini í Føroyum verður tað Gismonti Project, sum varð stovnað í fjør, sum fer á pall.
Við í hesum er Edvard N. Debess. Hann fekk í 2001 høvi at vera við á Summarsession í Danmark, sum er fyri professionellar jazztónleikarar. Ein skal vigast og finnast nóg tungur fyri at sleppa við. Tað eydnaðist Edvardi at sleppa við í orkestrið hjá Gismonti. Verkætlanin hevur síðani hildið fram.
Konsertin í Føroyum er í tveimum pørtum. Fyrsti partur er solospæl hjá Gismonti. Hann leikar líka væl á sín serbygda 10 streingjaða guitar, sum á klaver. Síðani fer manningin í Gismonti Project á pallin saman við Egberto Gismonti. Liveupptøka verður gjørd av hesi serstøku konsert til seinni nýtslu.