Tey flestu sum ferðast í ferðsluni í Havnini koyra helst framvið handlinum hjá Hilmari Danielsen í Bøkjarabrekku fleiri ferðir um dagin. Nógv undrast yvir, hvussu tað ber til at hava ein súkkluhandil mitt í býnum, har ferðslan er so nógv og eingir parkeringsmøguleikarnir - men væl ber til.
Hóast hann er 75 ára gamal, og kappingin á marknaðinum er hørð, er Hilmar "still going strong" og ætlar sær ikki at gevast enn.
Hilmar er ættaður úr Húsavík og hevur búð í Havn síðan 1946. Sum ungur sigldi hann m.a. við farmaskipum hjá einum norskum reiðaríi. Í 1957 fekk starv hjá Føroya Saltsølu á Eystaru bryggju í Havn, har hann koyrdi tann stóra havnarkranan í 15 ár.
Í 1971 fekk hann umboð fyri japansku Yamaha knallertirnar, og árið eftir segði hann starvið frá sær sum kranførari og byrjaði sum sjálvstøðugur við súkkluhandli og verkstaði í húsum sínum í Bøkjarabrekku.
Hetta vísti seg at vera ein røtt avgerð, fólk tóku væl undir við Yamaha knallertunum sum vóru vælvirkandi og smartar, og tær høvdu t.d. skivubremsur, sum var nakað nýtt tá. Fyrsta árið seldi hann umleið 15 knallertir, men longu í 1976 seldi hann næstan 400, og hann bleiv við tíðini so gott sum einaráandi á føroyska marknaðinum.
Umframt skutarar selur Hilmar eisini súkklur og motorsúkklur og tilhoyrandi útgerð.
Aðrir, ið seldu knallertir tá Hilmar byrjaði, vóru t.d. André Andrésen og Thomas Dam, ið seldu ávikavist Puch og Tempolet, og John W. Thomsen í Klaksvík, ið seldi Kreidler.
Bíligasta knallertin kostaði tá undir 3.000 túsund krónur, meðan bíligasti skutarin í dag kostar undir 17.000 krónur. Hilmar sigur, at skutararnir í dag eru lutfalsliga nógv bíligari. Í 1972 kostaði ein knallert næstan tríggjar mánaðarlønir, meðan ein skutari í dag kostar minni enn ein vanlig mánaðarløn.
Tá Hilmar byrjaði, var ikki nógv ferðsla í Bøkjarabrekku. Vegurin var júst tá grivin ígjøgnum, so koyrast kundi millum Tinghúsvegnum og R.C. Effersøesgøtu, sum tá ikki ein gang gekk niðan til har, sum SMS seinni varð bygt.
Seinastu umleið 10 árini eru knallertirnar útskiftar við skutarar, og tað eru bert nakrar heilt fáar verksmiðjur, sum framleiða knallertir, og nú eru tað eisini fleiri, sum selja skutarar av nógvum ymiskum merkjum, sigur Hilmar.
Hilmar sigur, at honum dámar væl at arbeiða, og hann og konan, Angelica, sum hjálpir til í handlinum, arbeiða sum tey hava gjørt seinastu meira enn 30 árini. Arbeiðið heldur lívið í okkum, siga tey. Júst nú hava tey fingið eina stóra goymslu av nýggjasta modellinum av Yamaha skutarum.