Í sambandi við stórmøtini hjá Heimamissiónini í ítróttarhøllini í Runavík í døgunum, 21. - 23. september, verður stórt og serstakt familjutiltak leygardagin hin 22. september klokkan 16.
Tá fara fólk úr Tabor á Toftum at framføra ein stóran og spennandi leik um Móses. Leikurin fer at sýna útgongdina úr Egyptalandi, ferðina um Reyðahavi og lívið í oyðimørkini, tá tey koma inn í Ísrael, og tá Jerikomúrar falla.
- Tað var stórt og hugtakandi at síggja leikin í Tabor í februar í 2011, og tað verður ikki minni stórt at síggja og hoyra leikin í ítróttarhøllini í Runavík, siga tey í Tabor.
Í sambandi við leikin um Móses, eru Hilmar Højgaard og Dakko Petersen nú í holt við at mála Sinaifjall upp á plátur, sum skal verða eitt slag av leikpalli í leikinum.
Sambært heimasíðuni hjá Nes kommunu er málningurin 7,3 metrar breiður og 2,7 metrar høgur.