Hilmar nýggjur NEATA forseti

Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur valdur til forseta í Norðureuropeisku samgonguni av amatørsjónleikarum.

Tað hendi á fundi í NEATA í Tromsø í sambandi við, at IATA (Altjóða samgongan av amatørsjónleikarum) hevur sín sjónleikafestival í norska norðurhøvuðsstaðnum.

Hilmar Joensen hevur í fleiri ár verið formaður í MáF (Meginfelag áhugaleikara Føroya), og tað vóru serliga danir og norðmenn, sum arbeiddu hart fyri at fáa føroyingin til formann.

Hilmar Joensen hevur einaferð í tíðini verið næstformaður í NEATA (North European Amateur Theatre Assosiation), men tað var so á fundinum í gjár, at hann varð valdur til fyrsta føroyska forsetan í felagsskapinum.

Tað var ti ein stórur dagur fyri nólsoyingarnar, sum luttaka á IATA festivalinum, í gjár, tá úrslitið gjørdist greitt.

Annars hevði ferðalagið úr Nólsoy sína fyrru framførslu í gjárkvøldið, og hon hepnaðist væl. Fólk vóru sum heild bergtikin av leikinum.

Seinni um kvøldið var føroyskt tjóðarkvøld við føroyskum mati og drykkjum, og eisini var farið upp á gólv. Og at dansa føroyskan dans var so vældámt, at farið var fleiri ferðir upp á gólv, og nú er áheitan komin frá fyrireikarunum um at fáa føroyskan dans á skránna til »partykvøldið«, sum verður komandi týskvøld.