Hilmar Leon skal undir skurð

Landsliðsleikarin hevur drigist við truplan akslaskaða

Tá ið H71 í vár gjørdist føroyameistari, mátti liðið klára seg uttan toppskjúttan, Hilmar Leon Jakobsen, ið avgerandi dystunum.

Orsøkin var ein akslaskaði, ið hevði darvað honum í eitt tíðarskeið.

Nú er greitt at tað hevur ikki eydnast lopsterka vinstra bakkinum at venja seg burtur úr skaðanum, og ógvusligari stig eru neyðug.

 

Tí fer hoyvíkingurin hósdagin undir skurðviðgerð í eini roynd at basa trupulleikanum, men hetta merkir eisini ein enn longri steðgur frá hondbóltinum.

Tað er ógreitt hvussu langur steðgurin verður, men Hilmar Leon Jakobsen sigur seg væntað at hann verður einar tríggjar ella fýra mánaðar at byrja við.

 

Tí verður toppskjúttin eisini aftur at síggja spæla fyri H71 komandi kappingarár, hóast útlendsk feløg hava roynt eftir honum.

Eisini er sera ivasamt um hann verður tøkur til landsdystirnar í heyst. Hilmar Leon Jakobsen sigur seg ikki vænta hetta, men hann tekur støðurnar sum tær koma og vónar tað besta.