Miðlamaðurin og skemtarin Hilmar Jan Hansen er ein av teimum, ið hevur sera nógvar vinir á Facebook. Í løtuni eru tað heilir 3.237.
Hvussu ber tað til at tú hevur SO nógvar vinir?
- Veit ikki akkurát, men giti mær bara til, at tað kemst av, at man viðhvørt er frammi í almenna rúminum. Eg kenni verri enn so allar av mínum »vinum« á Facebook, men havi hinvegin ikki hug at siga nei, tá onkur ynskir vinarlag har. Hava fólk hug til at vera mínir vinir á Facebook, so dugi eg generelt ikki at síggja, hví eg skal hava nakað ímóti tí.
Hvat krevst fyri at blíva tín Facebook-vinur?
- Ikki annað enn tað, at tú ikki ert eitt veruligt reyvarhol – altso heilt inn á botn! Um onkur pedofilur ella okkurt líknandi bað um vinarlag, hevði viðkomandi komið undir ta kategoriina, men tíbetur haldi eg meg ikki kenna fólk av slíkum slagi, so Facebook-gáttin annars er helst rímiliga lág hjá mær…
Hvat brúkar tú Facebook til?
- Fyrst og fremst sum eitt sosialt netverk, ið eg gjørdist partur av púrasta av tilvild. Tá eg fór á Facebook fyrstu ferð, visti eg einki um tað og hevði ongar ætlanir við tí soleiðis. Men tað hevur verið stuttligt tann vegin at hitt gamlar skúlafelagar, skyldfólk og líknandi, umframt at tað í arbeiðshøpi viðhvørt er lættari at fáa fatur í fólki á Facebook, enn tað er at ringja til teirra ella senda teimum ein teldupost.
Hvussu oftani er tú inni á Facebook?
- Svingar nokk so nógv, men ikki hvønn dag. Um eg sjálvur havi skrivað okkurt provokerandi í status, fari eg kanska heldur oftari inn at vita, hvørjar reaktiónirnar eru. Men tað kunnu saktans ganga fleiri dagar ímillum, og eg skilji slett ikki tey, ið opinbart búgva og liva inni á Facebook! Eg fyritrekki heilt greitt veruliga lívið, so einki bendir á, at Facebook heldur fer at fylla meira hjá mær í framtíðini.
Hevur tú nakrantíð sletta nakran Facebook-vin? Hví?
- Ja, tað er ið hvussu er komið fyri eina ferð. Tað var ein, sum var so sera pátreingjandi, at hann bara órógvaði. Eg tími illa at chatta, sum summi opinbart elska at gera, men eg kann alíkavæl chatta onkra hendinga ferð við fólk, eg kenni væl. Men sjálvt tey skulu ikki vera vís í, at eg tími at svara teimum, tí hatta chattið er sum oftast tíðsspilla! Eitt stórt undantak er abbadóttirin, ið eg gleði meg at chatta við hvørja ferð, tí hon – hóast sín unga aldur – dugir so væl at skriva og málbera seg!