Hilmar fyrstur í Gallarí Elisabeth

Hilmar J. Højgaard, listarmaður, er fyrstur at sýna fram sína málningalist í nýggja gallarínum í Saltangará, Gallarí Elisabeth. Í vikuni, sum fór, læt nýtt gallarí upp í Saltangará. Tað er Gallarí Elisabeth, sum húsast í gomlu kioskini hjá Elisabeth, har klaverstemmarin eisini hevur hildið til. Hetta er í smáu húsunum beint hinumegin vegin, har Telebúðin heldur til.

Tað er listarmaðurin av Glyvrum, Harry Knudsen sum kemur at umsita húsið og tann fyrsti, sum hevur framsýning í Gallarí Elisabeth, er Hilmar J. Højgaard úr Saltnesi.

Framsýningin hjá Hilmari, sum er vælumtóktur listarmaður, verður opin fram til og við týsdagin, 9. november, tá opið er frá klokkan 15-19.