Hillary vann í Pennsylvania

Hillary Clinton hevur sum væntað vunnið uppstillingarvalið hjá demokratunum í Pennsylvania Ein tíma eftir at valhølini lótu aftur, kunngjørdu amerikonsku fjølmiðlarnir, at Hillary Clinton hevði vunnið uppstillingarvalið í Pennsylvania.

Enn er uppteljingin ikki liðug, men sum skilst er sigurin hjá Hillary Clinton ikki nóg stórur, til at munurin millum hana og Barrack Obama minkar stórvegis. Obama hevur framvegis væl fleiri valmenn enn Hillary Clinton.

Hinvegin merkir úrslitið í Pennsylvania helst, at Hillary Clinton fer at halda fram við valstríðnum.