Barack Obama, forseti, avsannar nú leysasøgur um, at Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, skal taka við sum varaforseti, og at verandi varaforsetin, Joe Biden, skal yvirtaka uttanríkisráðið.
Men tað er einki hald í gitingunum, sigur Obama við tíðarritið National Journal.
-Bæði gera ein framúrskarandi arbeiði í teimum størvum, sum tey hava, sigur Obama við tíðarritið.
Leysasøgurnar um eitt skifti í teirri ovastu leiðsluni í Washington tóku dyk á seg fyrr í mánaðinum, tá tann kendi tíðindamaðurin Bob Woodward segði við CNN, at Hillary Clinton helt, at eitt tílíkt skifti hevði styrkt støðu hennara upp undir forsetavalið í 2016.