Hillary best umtókti politikarin

Hillary Clinton, sum fór frá sum amerikanskur uttanríkisráðharri fyri nøkrum døgum síðani, er tann best umtókti politikarin í USA í hesum døgum.

Í einari kanning, sum Quinnipiac University hevur gjørt, siga 61 prosent av teimum spurdu, at tey hava eina jaliga uppfatan av henni. 34 prosent siga tað øvugta. Til samanberingar verður víst á, at 51 prosent siga seg hava eina jaliga uppfatan av Barack Obama, forseta, og at 46 prosent halda lítið um hann.

-Hillary Clinton endar sítt skeið sum uttanríkisráðharri sum tann best umtókti einstaklingurin á tí politiska pallinum í USA, sigur Peter Brown, sum arbeiðir á kanningarstovninum hjá lærda Quinnipiac-háskúlanum.

Í kanningini hevur stovnurin tosað við knappliga 1.800 skrásettar veljarar, og eygleiðarar siga, at kanningarúrslitið fer at elva til nýtt kjak um møguligu ætlanirnar hjá Hillary Clinton at stilla upp á forsetavalinum í 2016.

Sjálv hevur hon sagt, at hon hevur ikki lagt nakrar ætlanir um at venda aftur til politikkin.