Hildu seg hava uppiborið betri (FM1)

(FM1) Hoyr Lars Olsen, Atla Gregersen, Viljorm Davidsen og Gilla Rólantsson lýsa dystin í Cluj

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tær fýra samrøðurnar frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi í Mixed Zone økinum í Cluj aftaná EM-undankappingardystin millum Rumenia og Føroyar, ið Rumenia vann 4-1.

 

 

Tróndur Arge prátaði við landsliðsvenjaran, Lars Olsen, liðskiparan, Atla Gregersen, málskjúttan, Viljorm Davidsen og Gilla Rólantsson.

 

 

Venjarin og spælararnir standa við einari løgnari kenslu í kvøld. Hugburðurin var góður, og spælið var gott stóran part av dystinum, men tríggjar keðiligar støður í verjuni kostaðu dýrt.

 

 

Venjarin og spælararnir halda avgjørt, at teir høvdu betri uppiborið í kvøld. Atli Gregersen heldur, at spælararnir eru við at raka formin veruliga aftur, og hann vónar, at eitt gott úrslit liggur og bíðar í næstum.