Skipsvanlukka
Alt bendir á, at farmaskipið, Jøkulfelli, sum mánakvøldið fórst í ein landnyrðing úr Føroyum, fekk slagsíðu og koppaði eftir heilt fáum minuttum. Hetta hevur gjørt umstøðurnar hjá teimum 11 monnunum, sum við vóru, ógvuliga truplar. Jøkulfelli sendi út eitt stutt og sjálvvirkandi neyðarkall, har trýst verður á ein knøtt. Síðan boðar skipanin sjálvvirkandi frá hvat skip, talan er um, og hvør positiónin er. Tað var hetta neyðarkallið, sum alt fyri eitt setti leitingina og bjargingina í verk.
Í gjár kom Vædderen á Havnina við teimum fimm monnunum, sum bjargaðir vórðu eftir herviligu skipsvanlukkuna ? 4 estlendingar og ein russi.
Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, sigur, at bjargaðu menninir hava greitt frá, at Jøkulfelli legði seg eini 50 stig í einum og koppaði eftir minni enn fimm minuttum.
- Tíðin var ógvuliga knøpp, men sum eg havi skilt, sóu teir, sum vórðu bjargaðir, allar ellivu menninar, áðrenn teir fóru av skipinum. Teir sóu eisini teir fýra menninar, sum líkini eru funnin aftur av ? og teir báðar, sum ikki spurdust aftur.
Árni sigur seg eisini hava skilt, at teir fimm, sum komu frá ræðuligu hendingini við lívinum, hildu í hvønn annan, meðan teir lógu á havinum og bíðaðu eftir bjargingini.
- Hvussu leingi teir hildu saman, veit eg ikki, men teir hava so roynt at havt samband við hvønn annan soleingi, tað hevur borið til, sigur hann.
Spurdur, um hann veit, um allir ellivu menninir sluppu í yvirlivilsisdraktirnar, áðrenn teir fóru av skipinum, sigur hann, at tað veit hann ikki við vissu, men hugsandi er, at onkur av manningini ikki hevur havt stundir til tess, áðrenn skipið koppaði.
Sosialurin skilti í gjár á Djóna Weihe, sum starvast hjá Sjóbjargingarstøðini MRCC-Tórshavn, at allir menninir ikki høvdu havt stundir at komið sær nóg væl í yvirlivilsisdraktirnar, og tí vórðu teir vorðnir vátir, kaldir ? og deyðir.
Góð hjálp
Árni Dam sigur, at tá ið teir fimm bjargaðu sjómenninir komu av Vædderen og niðan á Hotel Hafnia í gjár, var sálarfrøðingurin, Jegvan Bæk har eins og presturin, Meinhard Bjartalíð. Her fingu sjómenninir ta hjálp, sum sálarfrøðingurin og presturin kundi veita teimum.
- Sum russiskur konsul, hevði eg mest við russaran at gera, og hóast hetta er ein ræðulig vanlukkan, haldi eg, at hann í neyðini eftir umstøðuni hevði tað hampiliga gott. Men lagið var skiftandi, sum náttúrligt er, og maðurin var troyttur.
Árni sigur, at hann ætlaði at fáa russaran heim við sær mikukvøldið, men tað orkaði maðurin ikki.
- Eg vil takka føroysku myndugleikunum og løgregluni fyri stóra vælvild og forstáilsi undir slíkum umstøðum, sigur russiski konsulin og vísir á, at løgreglan altíð hevur verið at tosað við, tá ið brúk hevur verið fyri forstáilsi í sambandi við arbeiðið sum umboðsmaður í Føroyum, sigur hann.
At enda sigur Árni Dam, at arbeitt hevur verið við at fáa pappírini hjá bjargaðu monnunum upp á pláss, soleiðis at hesir kunnu sleppa heimaftur til familjur sínar í heimlandinum.
Av teimum fimm, sum yvirlivdu skipsbrotið, eru estlendingarnir ávikavsit 50, 30, 28 og 24 ára gamlir og russarin er 38 ára gamalur.