Ígjár bar til at lesa eina samrøðu, sum eysturríkska blaðið ?Der Standard? hevur við Josef Hickersberger, sum í 18 ár hevur livað við, at hann var maðurin, sum vandi Eysturríki, tá teir taptu 1-0 ímóti amatørunum úr Føroyum. Hickersberger er sera ærligur, hann sigur bart út: ?Fyri meg var tað ein persónlig tragedia. Talan gjørdist um tað beiskastu løtuna á yrkisleið mínari.? Hickersberger sigur, at tað nívdi eisini spælarnar, men tað eydnaðist mongum av teimum at fáa eina fótbóltsyrkisleið uttanfyri Eysturríki. Tað tók Hickersberger eitt hálvt ár veruliga at koma yvir skelkin, sum hendi í Landskrona, tann 12. september í 1990. Hickersberger minnir tó lesarnar á, at sama liðið stutt frammanundan hevði vunnið ein dyst í einum HM-endaspælið (2-1 yvir USA red.). Spurdur um einki jaligt kom burturúr dystinum ímóti Føroyum svarar Hickersberger: ?Jú tú veitst aftaná tann fyrsta skelkin, at tú hevur nátt tað absolutta lágpunktið. Tað kann ikki blíva verri enn hetta. Toran slær ikki niður á sama húsið tvær ferðir!? Hickersberger verður eisini spurdur hvussu ein ber seg at fyri at vinna á Føroyum: ?Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Handan spurningin mást tú senda víðari til tey røttu fólkini.? Der Standard spyr eisini argandi Hickersberger, um hví hann fer at hyggja eftir dystinum á einum almennum staði. Der Standard spyr Hickersberger um talan er um sjálvspíning, ella talan er um at lekja tey keðiligu minnini frá Landskrona? ?Ein arbeiðsleysur tørvar eitt sindur av peningi!? er svarið.