Hickersberger aftur fyri skommum

Nú hálvleikur er í dystinum ímillum Eysturríki og Týskland, er tað uttan teir báðar høvuðsvenjararnar í skiftirúmunum. Týski Joachim Löw og eysturríkski Josef Hickersberger eru nevniliga báðir burturvístir av vøllinum, og teir sleppa ikki at ráðgeva leikarum sínum tað, ið eftir er av dystinum.

Josef Hickersberger var greidliga ónøgdur við nógvar avgerðir dómarans, og hetta lat hann ganga út yvir 4. dómaran. Hetta fekk hann átalu fyri, men eftir áhaldandi grenj varð hann vístur út millum áskoðararnar stutt fyri hálvleik.

Við honum út millum áskoðararnar fekk hann týska venjaran, Joachim Löw, sum helst eisini hevur sagt ov nógv við sponsku dómararnar, sum leiða dystin í kvøld.