HF Karlskrona tapti dystin um triðja plássið

Tað bleiv talan um tvey tap hjá Tróndi Mikkelsen og liðfeløgunum í FINAL FOUR í svensku steypakappingini

Hetta vikuskiftið hevur Tróndur Mikkelsen upplivað at spælt FINAL FOUR í svensku steypakappingini. Tað er farið fram í Halmstad Arena.

 

Ígjár tapti Tróndur saman við liðfeløgunum í HF Karlskrona 35-37 (23-18) fyri Kristianstad í hálvfinaluni.

 

Í dag leikti Karlskrona bronsudyst móti AMO, og endaði dysturin við teprum 32-33 tapi. AMO var á odda 19-17 í steðginum.

 

Eins og í dystinum ígjár skoraði Tróndur eisini tvey mál í bronsudystinum. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Karlskrona fyrstu fjórðingsfinaluna í endaspælinum. Hon verður leikt á útivølli móti Kristianstad. Spælt verður best av fimm dystum. Verður talan um fimm uppgerðir verður fimta og avgerandi uppgerðin leikt á heimavøllinum hjá Kristianstad.