SMS: Fremstu liðini leiktu javnt í Hoyvíkshøllini

Seinasti dysturin í grundspælinum er nú leiktur

Savnsmynd frá 2025

Seinnapartin leiktu liðini, ið hava vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini, H71 og Kyndil seinasta dystin í grundspælinum. Undan dystinum var greitt, at Kyndil hevði vunnið grundspælið og H71 endaði á øðrum plássinum.

 

Dysturin í Hoyvíkshøllini endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 15-15. Sára Berg á Lag hjá H71 javnaði til støðuna 31-31 beint undan dystarloki.

 

Við sjey málum var Karina Debes Heinesen toppskjútti hjá H71. Turið Arge Samuelsen var aftur toppskjútti hjá Kyndli í dag. Hesaferð við 12 málum.

 

Týskvøldið klokkan 19 spæla VÍF og EB FM-fjórðingsfinalu í høllini í Vestmanna. Mikukvøldið klokkan 19 spælir Neistin FM-fjórðingsfinalu móti Stjørnuni í høllini á Hálsi. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og Kyndil, umframt endaligu støðuna í grundspælinum:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2025