Fyrsti veruligi heystdagurin var hesa vikuna.
Løgið, men líka til nú hevur ein havt varhugan av, at heystið ongantíð fór at koma í ár.
Sjálvt um summarið onki hevur verið at reypa av, so hevur veðrið verið stak gott, og bæði september og oktober hava roynst væl. Sólin hevur skinið, og her í oktober hevur náttúran bert skift lit, og dagarnir eru vorðnir styttri. Veðrið hevur verið tað sama gott, stilt og lýtt.
Men so kom broytingin: mánadagin fínasta veður, men týsdagin var regn og vindur. Dagurin var knappliga nógv styttri. Myrkrið kom fyrr, og vit kyndu fyrr. Eitt sindur deprimerandi, men hinvegin eisini hugnaligt.
At ganga sær ein túr um kvøldið og kenna roykin úr skorsteninum. Gott brenni úr skóginum angar væl. Tá ið ein gongur gjøgnum gøturnar í Nexø við mongu lágu húsunum, slepst ikki undan, at ein sær inn í smáu hugnaligu stovurnar.
Og tað slepst heldur ikki undan at fyristilla sær allar lagnurnar handan gluggarnar. Hvat hugsa tey um? Lívið deyðan, børn, ommu- og abbabørn? Framtíðina?
Í gerandismeldrinum er sjálvdan tíð til slíkar tankar, men tá ið myrkrið kemur fyrr og kvøldini verða longri, fara tankarnir á flog. Summi kenna tað tyngjandi við stuttu døgunum onnur kenna meira frið á sær.
Hetta heystið bleiv eitt sindur serligt. Avgerandi samráðingar millum Danmark og Føroyar uttan at føroyingar á nakran hátt standa saman.
Heystið vekir minnir um søguna. Um tær samráðingar, sum fóru fram eftir fólkaatkvøðuna í 1946, og um enn fornari tíðir, tá ið føroyingar hava skula staðið saman.
Tað sær út til ikki at bera til.
Sum eygleiðari eitt sindur fjarstaddur, fær tú ta fatan, at tað als ikki ber til hjá føroyingum at standa saman. Og hiðani sæst týðuliga, at tað hóvar forsætisráðharranum stak væl.
Føroyingar eru als ikki samdir. Ergo: Tað ber ikki til at samráðast við teir.
Samráðingarumfarið hesa vikuna er onki undantak. Onki úrslit og hvør fór til sítt. Danska pressan válkar sær í, at føroyingar ikki eru samdir.
Serfrøðingarnir eru ósamdir. Hvat fer felagskapur Sameindu Tjóða at siga? og fer tað at hava nakra ávirkan á danskar politiskar myndugleikar?
Landsstðrið hevur boðað frá fólkaatkvøðu næsta ár, meðan andstøðuflokkarnir krevja nýval nú. At síggja hiðani liggur alt í skeljasori. Nyrup hevur vunnið ? føroyingar standa spjaddir og eru ikki komnir av fliðuni.
Sæð hiðani úr Eystrasalti sær myrkt út. Veturin er fyri framman, og tað hómast bert einstakir glottar í havsbrúnni. Fara føroyingar at semjast um, at vit eru serstøk tjóð? Fer eitt nýval at broyta støðuna ? Fer eitt møguligt nýtt landsstýri at megna at savna føroyingar? Ella verður tað bert ósemja við mótsettum fortekni?
Nógvir spurningar skulu svarast ígjøgnum henda myrka vetur, sum stendur fyri framman. Kanska verður hesin meira deprimerandi enn hugnaligur. Kanska er einasti glottin grækarismessan, tá ið tjaldirð kemur aftur og boðar frá ljósari tíðum.
Árni Gregersen
Bornholm










