Heykur og Falkur navngivnir í Spaniu

Nýggju ísfiskatrolararnir, sum Beta hevur latið byggja á skipasmiðjuni M.Cies í Vigo í Spaniu, vórðu navngivnir undir hátíðarhaldi týsdagin. Annar fekk navnið Heykur og hin Falkur

Hátiðarhald

 

Tað vóru kona Meinhard Jacobsen, stjóra í Føroya Fiskavirking, Fríðunn Hansen og kona Tummas Christophersen, nevndarformann í Føroya Fiskavirking, Heidi Petersen, sum dóptu skipini við hátíðarhaldið í Vigo í gjár.

Ísfiskatrolararnir Bakur og Stelkur, sum Føroya Fiskavirking frammanundan eigur, eru bygdir á somu skipasmiðju í Spaniu, sum Heykur og Falkur.

 

Veldug skip

Jónsvein Knudsen, ið er útgerðarmaður fyri Føroya Fiskavirking, sigur, at nýggju skipini eru lík Baki og Stelki í útsjónd, men tey eru rúmligari og hava tvídekk, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at troldekkið ikki er opið, sum á Baki og Stelki, men er innilokað.

Útgerðarmaðurin var við til hátíðarhaldið, tá skipini vórðu navngivin týsdagin.

- Hetta eru ótrúliga snotulig og velduga góð skip at síggja til. Tey eru rúmlig og taka meira enn Bakur og Stelkur. Hvørt skipið lastar 450 kør, sum hvørt tekur út við 300 kilo. Tað merkir, at skipini lasta eini 270.000 pund av ísfiski í kørunum.

Jónsvein sigur, at Føroya Fiskavirking ikki hevur gjørt so ógvuliga nógv burtur úr navngevingini, og tí er ferðalagið, sum er í Spaniu í sambandi við hátíðarhaldið, heldur ikki so stórt.

Hann sigur, at eftir sjálva navngevingina var rundvísing umborð á skipunum, og síðan fingu tey, sum vóru partur av hátíðarhaldinum, ein góðan bita at eta.

 

Loysa í vikuni

Útgerðarmaðurin sigur, at skiparar og maskinmenn eru í Spaniu og gera skipini klár til at loysa, og ætlandi koma aðrir av manningini til Spaniu í dag.

Tríggir skiparar verða knýttir at Heyki og Falki. Teir eru Ásbjørn Kjærbo, sum er úr Skopun, Kristian Karl Eliasen, sum er havnamaður, og hin triði er Kjartan Larsen, sum er úr Dali.

Tríggjar skipsmanningar verða knýttar at nýggju skipunum, sum ætlandi loysa í Spaniu í vikuskiftinum, sum stundar til.

- Vit vóna, at Heykur og Falkur kunnu gera ein túr fyri jól, sigur útgerðarmaðurin, Jónsvein Knudsen.