Tvær kappingar vera í FIrmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 klokkan 14.10 og klokkan 14.30 seinnapartin.
Tað vera HEY sum kappast móti Runavíkar kommunu, og P/F Kaj Andreasen sum kappast móti Auto Service í dag.
Liðini fáa tríggjar spurningar um ávikavist søgu, landalæru og film sum Kristian Joensen, quizmaster í Klaksvík hevur skrivað.
Haraftrat fáa fyritøkurnar tríggjar ljóðspurningar úr savninum hjá FM1, so talan er um seks spurningar í part. Stendur á jøvnum aftaná seks spurningar verður ein talspurningur, ið liðskipararnir skulu svara. Tann sum kemur nærmast rætta talinum vinnur kappingina.
FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.










