Mest vinnandi íðkarin í oyggjaleikahøpi er gotlendski Peter Nordgren, sum er ein sonn oyggjaleikalegenda.
Peter Nordgren, sum er 60 ára gamal hevur tikið lut á øllum oyggjaleikum, har pistólsskjóting hevur verið ein av ítróttunum, og hann hevur gjørt slætt borð. Hann hevur vunnið ikki færri enn 48 oyggjaleikagull, sum er eitt ótrúligt bragd, sum ein bara kann lyfta hattin av fyri. Umframt 48 gullheiðursmerki hevur Peter Nordgren vunnið 10 silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki. Peter Nordgren hevur sostatt eina samling við 61 oyggjaleikaheiðursmerkjum í pistólskjóting.
Síðani oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 eru tað bara tríggir oyggjaleikir, sum Peter Nordgren ikki hevur verið við til. Hann var ikki við í Føroyum í 1989, tí tá var eingin pistólskjóting. Hann var ikki við á Gibraltar í 1995, tí tá valdi hann at kappast um svenska meistaraheitið. Í 2005 var hann ikki við á leikunum í Hetlandi, tí tá var tað bara í luftpistólskjóting kappast var í.
Í samrøðu við SR Gotland sigur hann, at hann fer ikki at gevast við tað fyrsta. Hann ætlar sær minst 60 oyggjaleikagull, kanska upp í 70 oyggjaleikagull í pistólskjóting áðrenn hann gevst.
Spurdur um hann ikki hevði verið óður um hann - fyri einaferð skuld - hevði vunnið eitt silvur ella eitt bronsuheiðursmerkið, svarar Peter Nordgren: - Eg havi ikki so nógv silvur og bronsuheiðursmerki í mínari samling, so tað hevði passað mær fínt at vunnið nøkur aftrat, svarar ein skemtandi Peter Nordgren.