Tað, sum higartil er farið av hvítussununi, hevur tað verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Tey siga, at tað einasta, tey hava havt at gera vóru menn, sum komu til ilnar í miðbýnum í gjárkvøldið, men løgreglan fekk skilt teir sundur, áðrenn meiri spurdust burtur úr, men teir fáa so hvør sína bót fyri at órógva friðin.
Halgidagslógin kann vera eitt sindur fløkt at hava við at gera, men løgreglan sigur, at tey hava ikki havt trupulleikar av, at hon ikki var hildin.
Leygarkvøldið, hvítusunnuaftan var loyvt at skeinkja til klokkan 03.45, men tað er ikki loyvt at hava dans longur enn til klokkan 23.45, tí eftir tað er tað bara loyvt at hava musikk spakiliga frá.
Í gjár, hvítusunnudag var skeinking loyvd til klokkan 23.45, men tað var ikki loyvt at dansa yvirhøvur. Løgreglan sigur, at tey vóru á rundferð á skeinkistøðunum fríggjakvøldið og tá vórðu tey mint á reglurnar í halgidagslógini og løgreglan hevur ikki havt trupulleikar av, hon ikki varð hildin, siga tey.
Í dag, 2. Hvítusunnudag, er bæði loyvt at skeinkja og at dansa til klokkan 3.45 í nátt - men ímillum nú klokkan níggju og klokkan 16 má eingin lamur vera, sum kann órógva almenna friðin.











