Tað er láturligt at hendan "fullveldistilgongdin" eisini umfatar rættarmál, tá ið Havnin ikki er betri umboðað. Her er flokkurin aftur á einum lokalpatriotiskum heimastýrisstøði, sum hann einaferð skuldi eitast at hóra undan.
Vit vita eisini hvussu trekir teir vóru við lønunum á Strandferðslu og Brimli, men at seta ein landsstýrismann afturat, tað var eingin trupulleiki.
Høvuðsorsøkin til at landsfyrisitingin er so dýr, kemst av at løgfrøðilig arbeiði ikki eru gjørd í Landssstýrinum, men uttanfyri. Hetta kostar hópin av peningi og her vassar Hoydal ov langt út.
Skúlin á Trøllanesi er eitt námsfrøðiligt eksperiment, ið vísir at ein høvuðsstaðar Havnaleið er nógv búnari enn nøkur bygdaloysn. Hetta er ein leivd frá mentunnarsjórænaranum Torbirni Jacobsen. (Sjálvuppgjørdur Guevara við yvirgervaðum blóðtrýsti).
Tjóðveldisflokkinum tørvar politiskt "consensus" so flokkurin kemur uppaftur í andahædd høvuðsstaðar, har endamálið, ikki persónligt agg er berandi styrkin. Hetta kemur kanska at kosta Høgna kotið?
Tað ber heldur ikki til at tjóðveldisflokkurin hevur landstýrismann í ringari luft og ongum innihaldi. Einki kemur burturúr.
Er fullveldið annað enn ull á Sandi? Kotið úr plastikki, og hvørt av sínum.