Í sambandi við nýggja stuttfilmin hjá Antoni Petersen, Drongurin og Eggið, verður skipað fyri upptøkuroynd/audition.
Í fyrsta umfari sóknast tey eftir einum drongi, um 10-13 ár, til ein høvuðsleiklut.
Tað verður ikki kravt, at hann hevur royndir úr filmi ella leiki.
Hevur tú hug og áræði, er at tekna teg ella frætta nærri við at senda teldupost til
antonpetersen_7@hotmail.com ella ringja á tlf. 274457
Audition verður leygardag og sunnudag 8. og 9. september í hølunum hjá MÀF, Hans Andreassar Húsi, undir Pisuvarða 2, Havn.