Hevur týdning fyri ítróttarfeløgini

- Stórur partur av bygdafólkinum hjálpir til, tá stevnan skal fyrireikast, siga tey í Miðvágs Róðrarfelag.

 

 

Nú vestanstevna er í Miðvági hetta vikuskifti, og FM-kappróður verður í morgin, ásanna tey í Miðvágs Róðrarfelag, at tað er eitt stórt tak at skipa fyri einari stevnu.

Hetta krevur umfatandi fyrireikingar, men í felagnum fegnast tey eisini um, at hetta er eitt tiltak, har stórur partur av bygdini hjálpir til.

- Stevnan hevur eisini stóran peningaligan týdning fyri ítróttarfeløgini í bygdini, siga tey í Miðvágs Róðrarfelag.

Tey vísa eisini á, at vestanstevnunevndin hevur lagt nógv orku í at fáa eina so fjølbroytta skrá sum til ber - havandi tær avmarkingar í huga, sum korona-farsóttin og almennu tilmælini leggja upp til.

- Vit vilja takka øllum teimum mongu sjálvbodnu, sum eru við til at lyfta undir trivnaðin í kommununi og ikki minst øllum teimum mongu, sum lyfta undir ítróttin, siga tey í Miðvágs Róðrarfelag.

Í kvøld klokkan 19 setti Jóhannis Joensen vestanstevnu, og tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, sum fer at halda midnáttarrøðuna í annaðkvøld.