Hevur sungið fyri pávanum

Børn úr Hvítarusslandi eru í hesum døgum í Føroyum og dansa. Eisini duga tey at syngja, tí ein teirra hevur nevniliga sungið fyri sjálvum pávanum

Børnini steðga í Føroyum í eina viku, og tey fara avstað aftur við Norrønu mánamorgunin, tá leiðin gongur til Noregs, har tey eisini skulu hava framførslur.

Børnini eru í aldrinum 8-17 ár, og við í ferðalagnum eru 45 børn og 6 vaksin, sum taka sær av teimum og allari útgerðini. Tað er ikki heilt lítið, sum tey hava við sær. Ein buss til flutning og ein lastbil til alla útgerðina hjá teimum.

Tað er fólkadansur úr Hvítarusslandi, sum børnini framføra, og tað líkist eitt sindur russiskum dansi við nógvum beinrørslum og trampi. Tónleikur og sangur eru eisini ein partur av teirra framførslum.

Tey eru ikki heilt eiðasør í sangi, tí ein teirra, kallað Olga, hevur sungið fyri Jóhannesi Páll Páva II. Tað var í mai í ár, tá hon var í Rom og sang fyri hægsta myndugleikanum innan katólsku kirkjuna.

Børnini ganga øll á einum listaháskúla í heimlandinum, har tey umframt ta vanligu skúlagongdina læra at dansa . Hetta er ein skúli, sum eisini tekur fátøk og sjúk børn inn fyri at veita teimum hjálp.


Tøtt skrá

Meðan børnini eru í Føroyum skulu tey dansa hvønn dag uttan í morgin, fríggjadagin, sum er frídagur. Skráin, sum løgd er, ber í sær, at børnini eisini ferðast kring landið at vísa fólki síni kynstur sum dansarar og sangarar.

Mánadagin, sum tey komu til Føroyar, vóru tey í Tilhaldinum og dansaðu fyri teimum gomlu har. Týsdagin vóru tey í Klaksvík, har býráðið bjóðaði teimum døgurða, áðrenn Atlantis var karmur um teirra framførslu. Í gjár vóru tey á Giljanesi í Vágunum, men í morgin er eingin dansur á skránni.

Leygardagin tørna tey so til aftur, tá tey skulu hava tvær framførslur. Fyrst verður matiné í Dómkirkjuni, og síðani gongur leiðin inn til Runavíkar seinnapartin. Sunnudagin verður endabresturin í Norðurlandahúsinum, har teirra seinasti dansur verður framførdur.

Tað er Dansifrøði, sum setti seg í samband við Meginfelag Áhugaleikara Føroya, um at fáa børnini hendavegin. MÁF hevur síðani stuðlað ferðini. Ein felagsskapur í Danmark nevndur Diens Mindes Venner, sum eisini hevur ymiskt hjálpararbeiði um hendi, spurdi seg fyrst fyri hjá Dansifrøði, um møguleiki var at senda tey til Føroyar, og soleiðis er henda ferðin komin í lag.

Í Føroyum hava tey verið hýst privat hjá limum í Dansifrøði. Annars halda tey til í B36 húsinum um dagin.