Hevur bryggjað og brent í 35 ár

Hetta er ein merkisdagur á Føroya Bjór

Í dag er merkisdagur á Føroya Bjór í Klaksvík. Í dag eru tað nevniliga 35 ára síðani Sigfríður Venned fór í starv á Føroya Bjór og tað verður hátíðarhildið á bryggjarínum í dag.

 

Føroya Bjór sigur í tíðindaskrivi í dag, at tað var longu sum 21 ára gamalur, at Sigfríður Venned kom í starv á Føroya Bjór og síðani hevur hann bryggjað øl og brent brennivín á virkinum. Enn er Sigfríður Venned í góðum árum, so tey vóna at hann heldur á leingi afturat.

 

Tað var Símun í Vági, sum stovnaði Føroya Bjór longu í 1888 og síðani hevur menningin verið stór, so nú arbeiða 40 fólk hjá fyritøkuni.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vit eru tí sera takksom fyri trúgva og góða tænastu frá Sigfríður øll hesi nógvu árini og vónandi verða tey nógv fleiri verður sagt á Føroya Bjór.