Hevur altíð vitað at hon skuldi búgva í USA

Eg havi síðani eg var smágenta vitað, at eg skuldi búgva í USA, sigur Janita Vermundsdottir Powell úr Havn, sum býr sunnan fyri stórbýin Boston í Massachusetts

– Eg vildi hava fleiri møguleikar, og eg havi altíð havt tann amerikanska dreymin. Eg havi hann enn, og enn tann dag í dag koyri eg á við fullari ferð, sigur Janita Vermundsdottir Powell, sum býr í USA, har hon er sjálvstøðug vinnurekandi.

Les samrøðu við Janitu í blaðnum »Vikuskifti«, sum er í Sosialinum hetta vikuskifti. Har greiðir hon nærri frá, hvat hon tekst við í USA, hvussu umstøðurnar eru, og hvat hon saknar úr Føroyum. 

Blaðið er at fáa í sølubúðum kring alt landið, men til ber eisini at keypa tað talgilt her